Innanlands

645 fólk fingu triðja prikið í gjár

Og nú eru samanlagt yvir 11.000 fólk í Føroyum koppsett fyri triðju ferð - 25 prosent av teimum yvir tólv ár. Tað verður mett sum umráðandi at gera hetta, í mun til at styrkja um verjuna móti koronusmittu og serliga nýggja frábrigdinum

Í sambandi við útbreiðsluna av Omikron hevur koronupassið altsamt minni týdning, tí koppsetingin verjir í minni mun ímóti sjúku eins og fyrrverandi sjúka eisini í munni mun, verjir ímóti smittu av Omikron, sigur Lars Fodgaard Møller við Portalin (Mynd: Sverri Egholm)

Í sambandi við útbreiðsluna av Omikron hevur koronupassið altsamt minni týdning, tí koppsetingin verjir í minni mun ímóti sjúku eins og fyrrverandi sjúka eisini í munni mun, verjir ímóti smittu av Omikron, sigur Lars Fodgaard Møller við Portalin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-21 14:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, 20. desember, vórðu 710 fólk koppsett fyri koronu. 14 fólk vórðu koppsett fyri fyrstu ferð móti koronu, 51 fingu prik nummar tvey, og heili 645 fólk fingu triðju koppsetingina. Hetta seinasta er hægsta talið fyri ein dag higartil.

Tað merkir, at nú eru 41.388 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. 40.400 fólk hava fingið koppsetingina tvær ferðir, og 11.163 fólk hava fingið trý prik.

Tað er framvegis heldur ivasamt, júst hvussu nógva verju triðja prikið, ið 25 prosent av teimum yvir tólv ár í Føroyum, gevur Tær kanningarnar, ið eru gjørdar um hetta higartil, eru ógvuliga feskar, eru grundaðar á fyribils og heldur fá úrslit. Tó bendir ymiskt í kanningum á, at eitt triðja prik av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech verjir væl ímóti Omikron-frábrigdinum. Hetta skal tó takast við fyrivarni, og tað er eisini medisinframleiðarin, ið sjálvur hevur boðað frá hesum. Tað er tó greitt, at við tveimum prikum er ein ikki líka væl vardur móti Omikron, sum móti øðrum frábrigdum. Pfizer/BioNTech er einasta slagið av koronukoppseting, ið er nýtt í Føroyum. 

Les eisini: Pfizer: Triðja prik verjir ímóti Omikron frábrigdinum

Landslæknin Lars Fodgaard Møller hevur sagt hetta við Portalin, í mun til spurningin um koronupassið og virknað tess.

- Í sambandi við útbreiðsluna av Omikron hevur koronupassið altsamt minni týdning, tí koppsetingin verjir í minni mun ímóti sjúku eins og fyrrverandi sjúka eisini í munni mun, verjir ímóti smittu av Omikron, 

Landslæknin fær ikki staðfest, at tað eru vísindaligu prógv fyri at koronupassið heldur smittutrýstinum niðri.

Tilsamans 92.951 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

Les eisini: Omikron ger koronapassið nyttuleyst

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder