
Tað var heilt nógvur vindur kring landið í gjárkvøldið, og tað hevði millum annað við sær, at løgreglan fekk nógvar fráboðanir um vindskaðar.
Sambært løgregluni komu 34 fráboðanir úr Streymoynni - harav 28 úr høvuðsstaðnum. Níggju fráboðanir komu úr Suðuroynni og átta úr Noðuroyggjum, umframt nakrar frá øðrum oyggjum. Samanlagt fekk løgreglan 67 fráboðanir um vindskaðar í gjárkvøldið. Sløkkiliðini høvdu eisini úr at gera orsakað av veðrinum.
Talan var um ymisk sløg av skaðum, men tað var ikki heilt álvarsamt ella talan um fólkaskaða í nøkrum førum.
Vindurin minkaði út á kvøldið, og sagt verður frá uppaftur minni av vindi seinni í dag. Samferðslan koyrir nú, sum so, sum vanligt.
Les eisini:
Tórshavnar Sløkkilið: Nærum allir bilarnir verið úti og hjálpt
Mistu streymin í sjey minuttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald