711 av teimum 1521 tilflytarabørnunnum, sum USA tók frá foreldrum sínum, tá familjur royndu at koma ólógliga inn landið, eru enn ikki sameind við foreldur síni.
Ein amerikanskur dómstólur gav myndugleikunum freist til hóskvøldið á midnátt at sameina øll børnini yvir fimm ár við foreldrum sínum, men hetta megnaðu myndugleikarnir ikki.
Amerikanska stjórnin metir tó, at hon hevur yvirhildið freistina. Stjórnin sigur, at tær familjur, sum enn ikki eru sameindar, ikki eru skikkaðar til sameining. Grundgevingarnar eru, at familjusambandið ikki kann váttast, ella at foreldrini hava framt brotsverk, hava eina smittusjúku, ella at ikki hevur verið gjørligt at finna tey, skrivar DR.
Børnini vórðu atskild frá foreldrum sínum frá mai til 20. juni við landamarkið til USA, tí at USA hevði innført ein nulltolsemispolitikk, har øll, sum vórðu tikin við landamarkið skuldi rættarsøkjast. Men børnini kundi ikki koyrast í geglið, tíð vórðu tey atskild frá foreldrunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald