Talið á teimum, sum fáa lønarískoyti umvegis serligu koronaskipanina hjá ALS er framvegis minkandi.
Seinastu vikuna er talið á lønarískoytismóttakarum minkað við 34.
Í skipanini í løtuni eru 304 kvinnur og 411 menn.
Skipanin kom í gildi 12. mars, og verður hon galdandi til 31. august. Á fyrsta degi vóru 1.164 í skipanini, og 4. apríl, tá talið var hægst, vóru 4.320, sum fingu lønarískoyti.
Meginparturin av teimum, sum fáa lønarískoyti – 335 – búgva í Suðurstreymoy, og lægsta talið er í Sandoynni, har 15 fólk fáa lønarískoyti.
428 fólk eru í vanligu arbeiðsloysisstuðulskipanini – 237 kvinnur og 191 menn. Talið á stuðulsmóttakarunum er hægst í Suðurstreymoy og lægst í Sandoynni – avikavíst 159 og sjey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald