2020-09-05 11:58
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
718 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og eru nú 101.926 koronakanningar gjørdar í Føroyum, vísa seinastu hagtølini frá landslæknanum.
Eingin tilburður er lagdur afturat síðan í gjár, og er støðan sostatt framvegis tann, at 413 fólk hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, 379 teirra eru staðfest frísk aftur, og at 34 fólk eru smittað í løtuni
36 fólk eru í sóttarhaldi.
Síðan í gjár er ein sjúklingur, sum varð innlagdur í sambandi við korona, vorðin útskrivaður, og er sostatt bert ein sjúklingur innlagdur í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald