Innanlands

720 tons av betongi

Søgurligur dagur hjá mentanarhúsinum, sum verður bygt í Klaksvík. Tað fer at taka eini 12 tímar at stoypa botnplátuna

(Mynd: Jógvan Skorheim)

(Mynd: Jógvan Skorheim)

2020-07-16 11:22 Author image
Dávur Winther
placeholder

Í dag verður botnplátan stoypt til mentanarhúsið í Klaksvík. Heili 300 fermetrar ella umroknað eini 720 tons av beton og eru tað bæði Kanjon og Articon sum stoypa í felag.

Talan er sum sagt um stórar nøgdir av betongi - heili 300 m3, sum verða stoypt í einum, og er hetta ein søguligur dagur hjá mentanarhúsinum.

So stórar stoypingar hava neyvan verið síðani í 80-unum við havnalagið á vestursíðuni.

Bakkafrost stoypti stórar stoypingar norðuri á Stond. Undir Biskupstorginum - botnplátan - vórðu stoypt eini 180 m3.

Hetta er stórsta einstaka stoyping, sum Kanjon hevur verið við til og meta teir, at stoypingin tekur um 12 tímar.

Tað er Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hevur teknað.

Men ikki minni er talan um, at grundarsteinurin nú rættiliga er lagdur undir eini spennandi verkætlan – Nýtt mentanarhús í Klaksvík.

Tað er Kanjon, sum er arbeiðstakari av verkætlanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder