Innanlands

75 ára minni: Klaksvíkingar sýndu russum samkenslu

Mintust kringsetingina av Leningrad, sum kostaði minst 1,5 milliónum lívið

2020-01-31 16:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein sendinevnd úr Klaksvík hevur hesa vikuna verið í russiska stórbýnum Sankta Pætursborg í sambandi við at vinarbýaravtala var gjørd millum Klaksvík og Sankta Pætursborg.

Undir vitjanini varð vitjað á fleiri støðum, og her upplivdu klaksvíkingar eisini, hvussu ræðuleikarnir frá øðrum verðaldarbardaga enn liva í minninum hjá russum.

Nógv verður eisini gjørt burturúr, nú vit eru komin inn í 75. árið eftir at seinni heimsbardagi endaði.

Tá í tíðini æt býurin Leningrad, og týska kringsetingin av Leningrad er eitt av ræðuligu kapitlunum í mannasøguni.

Á okkara leiðum gera vit okkum ikki altíð far um, hvussu ómetaliga hart bardagin rakti júst Russland og serliga ein bý sum Leningrad, sum jú var grúgvan til kommunistisku oktoberkollveltingina.

Saman við finnum kringsetti Nasitýskland eftir serboðum frá Hitler russiska stórbýin innast í Finnlandsvíkini við tí endamáli at týna alt lív í býnum.

Russar vardu seg manniliga í næstan 900 dagar. Ladoga vatnið innan fyri býin frysti, og tað hjálpti, so forsýningar kundu fáast inn í býin. Kortini doyðu ikki færri enn 1,5 millión fólk undir kringsetingini, hermenn og sivil – kvinnur og børn. Kringsetingin av Leningrad vardi frá september 1941 til januar 1944.

Sendinevndin úr Klaksvík var við til fleiri hátíðarløtur til minnis um kríggið, og fekk her innlit í dapru søguna sum enn livir millum fólkið í Sankta Pætursborg og setir sín dám á hvussu tey virðismeta lívið og mentan.

Sendinevndin vitjaði eitt nú stóra savnið, sum er um kringsetanina, og har nýtti Jógvan Skorheim, borgarstjóri, høvið til at leggja blómur á eitt minnismerkið, og skriva eina heilsu í kondolansubókina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder