Fríggjadagin 26. juni 2026 verjir Eli Nolsøe Leifsson ph.d.-ritgerð sína.
Hon hevur heitið: “Physical demands in match and training in football: Peak periods in men's football and longitudinal tracking in women's football”
Fróðsskaparsetur Føroya skrivar, at verjan, sum er almenn, verður klokkan 14:00 í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Verjan verður á enskum máli.
Sum vinnu-ph.d.-lesandi hevur Eli verið innskrivaður á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya og verið starvssettur hjá Fótbóltsamband Føroya. Har er Eli Nolsøe Leifsson millum annað kropsligur venjari hjá kvinnulandsliðnum.
![]()
Eli Nolsøe Leifsson (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Í vegleiðaratoymiðinum eru persónar, sum hava stórar royndir innanfyri hetta økið Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, er høvuðsvegleiðari. Hann er kropsligur venjari hjá føroyska mandslandsliðnum í fótbólti.
Umframt Magna Mohr eru Morten B. Randers, lektari á Syddansk Universiteti, og João Brito, leiðari á Portuguese Football Federation, hjávegleiðarar.
Metingarnevndin:
Annika Helgadóttir Davidsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk)
Barry Drust, professari á University of Birmingham
Helena Andersson, lektari á Umeå University
Samandráttur:
Ritgerðin og føroyski samandrátturin av ritgerðini sæst her: Physical demands in match and training in football - PURE Faroe Islands
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald