Innanlands

Illgruni um rúsdrekkakoyring

Ein bilur rendi inn í fjallaveggin í Leynatunnlinum í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Savnsmynd: Birgir Waag Høgnesen)

2026-06-16 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan kannar í dag umstøðurnar nærri kring eitt ferðsluóhapp, sum var í Leynatunnlinum um 23-tíðina í gjárkvøldið.

Ein bilur rendi inn, ella nam við fjallaveggin inni í tunnlinum, og fekk so mikið av skaða, at hann ikki kundi koyra víðari.

Illgruni er um, at rúsdrekka møguliga var íblandað. Løgreglan skal gera fleiri avhoyringar í dag fyri at fáa greiðu á, hvør av persónunum í bilunum var tann, sum sat við róðrið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Eitt lítið ferðsluóhapp var eisini í rundkoyringini við Vesturkirkjuna í Havn í gjár, tá ein bilur rendi í ein bil frammanfyri. Talan var einans um smáar materiellar skaðar. Men førarin av bilinum, sum rendi á, verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder