Talið á teimum, sum fáa lønarískoyti umvegis serligu koronaskipanina hjá ALS heldur á at minka.
1. juli var talið næstan 1.100, fyri viku síðani beint undir 800, og í dag er talið 758, vísa hagtølini hjá ALS.
Av teimum, sum eru í skipanini í løtuni, eru 322 kvinnur og 436 menn.
Skipanin kom í gildi 12. mars, og verður hon galdandi til 31. august. Á fyrsta degi vóru 1.164 í skipanini, og 4. apríl, tá talið var hægst, vóru 4.320, sum fingu lønarískoyti.
Av teimum, sum fáa lønarískoyti í løtuni, búgva tey flestu í Suðurstreymoy – 360. Lægsta talið er í Sandoynni, har 17 fólk fáa lønarískoyti.
446 fólk eru í vanligu arbeiðsloysiskipanini hjá ALS – 242 kvinnur og 204 menn. Eisini her er talið á móttakarum hægst í Suðurstreymoy (165) og lægst í Sandoynni (7).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald