Innanlands

760 fólk vórðu koppsett í gjár

Hetta er hægsta talið uppá ein dag í Føroyum. Nú hava 4.901 fólk fingið fyrru koppsetingina - 3.931 fólk eru liðugt koppsett

2021-03-12 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt føroyskt met í koppseting varð sett í gjár, tá tilsamans 760 koppsetingar vórðu gjørdar í gjár

Ein nýggj sending við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech kom til landið  mikukvøldið, fyrrapartin í gjár varð koppsetingin tikin uppaftur, tá búfólk og avvarðandi á bústovnum hjá Almannaverkinum í Runavík, Klaksvík og Tórshavn vórðu koppsett

Seinnapartin vórðu millum annað fólk 65 ár og eldri, sum eru heimabúgvandi og fáa persónliga røkt, koppsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum, skrivar corona.fo

638 fólk fingu fyrra prikið og 122 fólk fingu seinna prikið. Nú eru íalt 8.832 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.901 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.931 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder