Uttanlands

7.900 ferkilometrar av skógi ruddað burtur í Brasil

Seinastu fýra árini eru alsamt fleiri skógarøki í Brasil ruddað fyri trø

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-11-24 18:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

7.900 ferkilometrar av skógi varð ruddað burtur í Brasil millum august mánaða í fjør og juli mánaða í ár.

Tað vísa nýggj tøl hjá Brasilska umhvørvismálaráðnum.

Hetta er ein hækking á 13,7 prosent í mun til árið fyrr, og tað er størsta skógarøkið, sum er ruddað fyri trø tey seinastu tíggju árini, skrivar DR.

7.900 ferkilometrar svarar til uml. 987.000 fótbóltsvallar.

Bæði serfrøðingar og umhvørvisforsprákarar óttast hesi tølini, serliga tí, at nýggji brasilski forsetin, Jair Bolsonaro ikki kann sigast at vera ein vinur av náttúruni.

Bolsonaro, ið eisini verður nevndur tann brasilski Trump, hevur millum annað skotið upp, at Brasil skal taka seg úr París-veðurlagsavtaluni frá 2015. Eisini hevur hann lovað at lata upp øki av Amazonas-regnskógini fyri "menning" sum skóghøggarí og námsvinnu.

Í 2013 góðkendi táverandi forsetin, Dilma Rousseff eina nýggja lóg, sum loyvdi felling av trøum, um talan var um lítil øki.

Tey seinastu fýra árini eru alsamt fleiri skógarøki blivin ruddað fyri trø.

Sambært umhvørvismálaráðnum hevur mann roynt at basa hesu skeivu gongdina, tó sær tað ikki út til at hava hjálpt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder