Í dag eru 80 ár liðin, síðan fólkaatkvøðuna í 1946, har føroyingar atkvøddu fyri at loysa frá Danmark.
Føroyingar skuldu taka støðu til, um teir ynsktu, at danska stjórnaruppskotið um eina heimastýrisskipan skuldi setast í gildi, ella um tey ynsktu loysing frá Danmark.
Úrslitið var, at 47,2 prosent atkvøddu fyri heimastýrisskipanini, meðan 48,7 prosent atkvøddu fyri loysing. 4,1 prosent av atkvøðunum vóru ógildaðar.
Valluttøkan var 67,5 prosent.
25. september varð tó boðað frá, at kongur hevði upployst tingið og útskrivað nýval. Eftir løgtingsvalið 8. november varð farið undir samráðingar við Danmark, sum endaðu við heimastýrislógini, sum kom í gildi 1. apríl 1948.
Tjóðveldi skipar fyri fleiri tiltøkum
Tað var sum mótmæli móti heimastýrislógini, at Tjóðveldisflokkurin - sum í dag verður nevndur Tjóðveldi - varð stovnaður á fundi 22. og 23. mai sama árið.
Í sambandi við, at 80 ár nú eru liðin síðan fólkaatkvøðuna, boðar Tjóðveldi frá, at skipað verður fyri fleiri tiltøkum gjøgnum vikuna.
Millum annað skipar Vága Tjóðveldisfelag í kvøld fyri hátíðarhaldi í Beitinum í Miðvági frá klokkan 19 til 21.
Formaðurin í Vága tjóðveldisfelagi, Hergeir Teitsson bjóðar vælkomin, løgtingslimurin og fyrrverandi formaður floksins Høgni Hoydal greiðir frá um fólkaatkvøðuna, og Sámal Ravnsfjall spælir og syngur nøkur løg.
Norðoya Tjóðveldisfelag skipar eisini fyri tiltaki í Miðhøllini á Skúaltrøð í Klaksvík, har orðaskifti millum teir seks floksleiðararnar er á skránni.
Tiltakið verður frá klokkan 19 til 21. Orðstýrari verður Beinta Løwe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald