Innanlands

80% av innlánunum hjá húsarhaldunum eru fevnd av innskjótaratrygdargrunninum

Meira enn 80% av innlánunum hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum vóru tryggjaði í 2022, sigur Landsbankin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-16 12:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vøksturin í innlánunum hjá føroysku húsarhaldunum hevur verið minkandi síðani byrjanina av 2021, men er kvinkaður upp aftur og var í august 2023 komin á sama støði, sum í august 2021.

Innlán, sum eru fevnd av innskjótaratrygdargrunninum, eru tryggjaði, um bankin skuldi farið á húsagang.

Meira enn 80% av innlánunum hjá húsarhaldunum í føroysku bankunum vóru tryggjaði í 2022.

Tað eru í mesta lagið 100.000 evrur (umleið 750.000 kr.), sum hvør kundi kann hava tryggjaði í hvørjum peningastovni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder