
Hetta verður 4. árið á rað, at Betri samtakið letur limakrónur.
Fríggjakvøldið var ársaðalfundur hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna, sum eigur Betri samtakið. Har varð staðfest, at avlopið eftir skatt gjørdist 431,4 milliónir krónur
Árið 2024 var merkt av methøgum tryggingarskaðum. Tó gjørdist árið 2024 tað besta higartil hjá Betri samtakinum, hetta orsakað av búskaparligu gongdini við øktum útlánsvirksemi og góðum avkasti av virðisbrøvunum.
- Men við øllum virksemi eru avbjóðingar. Heimurin er merktur av ótryggleika og sera stór sveiggj síggjast á partabrævamarknaðinum í løtuni. Tí er tað umráðandi fyri bæði kundar og samtak, at vit standa trygg og sterk. Og tað er júst tað vit gera. Vit hava holla grund at standa á, sigur Jens Johan Dam, formaður.
Eginognin er 4,4 milliardir krónur. Solvensurin er 37,9 %, og øll dótturfeløgini liva upp til galdandi kapitalkrøv.
Síðan 2021 hevur felagið latið limunum limakrónur við eini upphædd svarandi til 10 % av tryggingargjaldinum. Sama ár valdi felagið eisini at hækka upphæddina til samfelagsgagnligt stuðulsvirksemi, soleiðis at møguligt er at vera við í størri verkætlanum.
Við Tjarnir var fyrsta stóra verkætlanin, sum Betri hevur luttikið í, og vit kunnu nú fegnast um, at høllin er tikin í brúk og hevur fingið góða móttøku. Av øðrum verkætlanum, sum eru játtaðar seinasta árið, kunnu nevnast útbygging av umsorganarheiminum Gloria, trygdarútgerð til fleiri ymsar felagsskapir, vindatlas fyri Føroyar og aldutangi til gagns fyri fleiri granskingarverkætlanir.
Nýggjur nevndarlimur
Tríggir av teimum seks nevndarlimunum stóðu fyri vali. Nývaldur í nevndina er Hallur Thomsen, ið kemur inn fyri Petur Elias Nielsen. Hallur Thomsen hevur seinastu 8 árini staðið á odda fyri Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Tryggingartakaranna. Mortan Simonsen og Tóra við Keldu halda fram í nevndini.
Harumframt eru Jens Johan Dam, Poula Michelsen og Jákup Egholm Hansen í nevndini. Jens Johan Dam heldur fram sum formaður og Poula Michelsen sum næstforkvinna.
Ársroknskapurin hjá samtakinum í stuttum
- Úrslitið eftir skatt 431,4 mió. kr. (2023: 381,9 mió. kr.)
- Eginognin 4.400,8 mió. kr. (2023: 4.042,2 mió. kr.)
- Renta av eginogn aftaná skatt 10,2 % (2023: 9,8 %)
- Solvensurin hjá samtakinum við árslok var 37,9 % (2023: 36,9 %)
Ognarfelag Tryggingartakaranna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald