Innanlands

850.000 krónur til Miðvágs

Meinhard Johannesen úr Miðvági byrjaði Vestanstevnuna í kvøld við at vinna í Gekkinum

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2020-07-17 20:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú stutt eftir klokkan hálvgun níggju í kvøld, kundi ein glaður Meinhard Johannesen úr Miðvági vera glaður fyri, at hann takkaði nei til bæði 75.000 krónur í fyrsta snari og síðani 60.000 krónur í øðrum snari.

- Tað eru eisini pengar, segði hann, men valdi at fara víðari og royna eydnuna eina síðstu ferð.

Og tá bragdaði, og hann lendi á gula leypinum, sum gav honum 850.000 krónur.

- Soleiðis skal tað gerast. Ikki eiti á, segði ein fegin Meinhard Johannesen, sum nú av álvara kann fara at halda Vestanstevnu, sum um vikuskiftið er í Miðvági.

Næsta fríggjakvøld verða 1,7 milliónir uppá spæl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder