![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tilsamans 303 tilburðir eru nú skrásettir í Føroyum, og í løtuni eru 88, sum eru smittað við koronasmittuni, vísa nýggjastu tølini hjá Heilsumálaráðnum.
Síðan í gjár eru 22 fólk afturat staðfest frísk, og eru nú tilsamans 215 av teimum 303, ið hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, staðfest frísk aftur.
Fleiri enn 900 fólk eru nú í sóttarhaldi.
Har er í løtuni eingin koronasjúklingur, sum er innlagdur.
Fleiri enn 50.000 koronakanningar eru nú gjørdar í Føroyum. 612 kanningar frá fríggjadegnum eru enn ikki greinaðar, upplýsir landslæknin.
Dagførd kl. 11.59
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald