2020-10-08 12:00
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Týsmorgunin var hátíðarhald á Býarbókasavninum í Havn í sambandi við rundum starvsdegi á bókasavninum.
Trý starvsfólk høvdu nevniliga arbeitt á stovninum í tilsamans 90 ár, skrivar Býarbókasavnið á Facebook.
Talan var um Johanna Cathrina Mørkøre, bókavørður, sum hevur starvast á Býarbóksavninum í 45 ár, Malan Hilmarsdóttir, sum hevur starvast sum barnabókavørður í 35 ár, og Gunnvá Vang, sum hevur arbeitt sum skrivstovufólk á Býarbókasavninum í 10 ár.
Dagurin varð hátíðarhildin saman við starvsfeløgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald