2020-04-25 16:33
Í gjárkvøldið varð skipað fyri sonevndari Drive-in Church – einum bilmøti – í Leirvík.
Katrin Høgnesen innleiddi møtið, Bergur Debes Joensen talaði, og Heðin Askham sang nakrar sangir. Eisini var lovsangur.
Tað vóru Leirvíkar Missiónshús og KFUM og K Klaksvík, sum skipaðu fyri. Tiltakið varð eisini sent beinleiðis í Lindini. Sambært Trúboðanum var sera góð undirtøka, tí mett var, at eini 90 bilar vóru møttir upp á parkeringsplássinum við vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald