91 fólk úr Suðurkorea, ið vóru meldað frísk, eru kannaði positivt fyri koronasmittu av nýggjum. Tað upplýstu myndugleikarnir í landinum fríggjadagin skrivar Reuters, sambært DR.
Jeong Eun-kyeong, ið er stjóri fyri depilin sum arbeiðir við sjúkufyribyrging, segði í viðmerking, at tað er størri møguleiki fyri, at virussið er gjørt virkið av nýggjum, enn at sjúklingarnir eru smittaðir av nýggjum.
Myndugleikarnir í landinum siga tó samstundis, at enn er óvist júst hvat orsøkin er til menningina.
Suðurkorea er annars ført fram sum eitt av londunum, ið hevur eydnast væl við at berja niður smittuna og at tálma smittuspjaðingina.
Landið hevur gjørt sera nógvar kanningar, og umvegis eina app kunnu íbúgvarnir hjálpa myndugleikunum við at fylgja hvussu smittan ferðast.
Tilsamans eru knapt 10.500 fólk smittað í Suðurkorea, meðan 211 hava latið lív við smittuni.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald