At koronavirusið hevur næstan støgað altjóða flúgving er eingin loyna. Leingi vóru bert tríggir túrar um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn - nú er Atlantic Airways farið upp á fýra túrar um vikuna.
Støðan sæst sjálvandi aftur á ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum. Kringvarpið skrivar, at í mai vóru 91,9 prosent færri ferðafólk enn í mai í fjør.
Í mai í 2019 var talið av ferðafólki 40.474 - í farna mánaði var tað bert 3.273 í mai. Her er innanlandsflúgvingin hjá tyrluni, ið er minkað við næstan tveimum triðingum, tald við.
Í mars var ferðatalið næstan helmingin minni enn í mars 2019, og í apríl var afturgongdin 94 prosent.
15 juni verður sóttarhaldð tikið burtur, so tað er eingin ivi um, at meira ferð kemur á flogferðsluna til og frá Føroyum skjótt.
Les eisini: Tey ungu meira ivandi í ætlanunum at loyva ferðandi til og úr Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald