
95 ára gamla Gudrun Joensen úr Hósvík fekk herðaklappið frá Sunda kommunu í ár, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Sunda kommuna hevur nógv tey seinastu árini heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi. Siðvenja er at handa hendan heiður tá árligu mentanardagarnir verða settir.
Í ár hevði trivnaðarnevndin avgjørt, at Gudrun Joensen í Hósvík, skuldi hava heiðurin ”Ársins herðaklapp 2025”. Grundgevingin fyri at geva Gudrun Joensen heiðurin ljóðaði millum annað soleiðis:
- Gudrun Joensen hevur verið ein sjónlig, fitt, blíð og fevnandi bygdamynd í nógv ár. Gudrun hevur hjálpt til tá ið tiltøk hava verið í bygdini. Serliga ungdóminum at frama. Gudrun hevur mest sum øll árini síðan Regatta byrjaði, staðið fyri morgunmatinum til allar Regattagestirnar, og hóast sín høga aldur luttekur hon í øllum tiltøkum, sum eru í bygdini. Bæði sum gestur og sjálvboðið hjálparfólk. Tá Gjáarfelagið Blóman hevur arbeiðsdag, ella Hósvíkar Róðrarfelag hevur verkadag, kemur hon við einum stórum stakki av vælsmakkandi, heimabakaðum pannukøkum. Hon luttekur í tiltøkum, sum bátafelagið Grynnan skipar fyri, og fyri veitslum, sum eru í bygdarhúsinum. Tey ið búgva og búleikast í Hósvík eru errin og glað at tú valdi júst Hósvík sum tín lívs bústað.
Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og ein gáva úr føroyskum gróti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald