Í løtuni eru 985, ið fáa lønarískoyti frá serligu koronaskipanini hjá ALS.
Upprunaliga var ætlanin, at skipanin skuldi vera galdandi til 30. juni, men avgerð varð tikin um at leingja hana til 31. august.
Av teimum, sum fáa stuðul í løtuni, eru 441 kvinnur og 544 menn. Meginparturin – 482 fólk – býr í Suðurstreymoy, meðan lægsta talið á lønarískoytismóttakarum er í Suðuroy – 51.
Hóast lønarískoytisskipanin varð longd tveir mánaðir, var hetta ikki galdandi fyri fólkapensjónistar, sum sostatt duttu úr skipanini 1. juli. Sambært Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista, var talan um 62 fólkapensjónistar.
Á hagtølunum hjá ALS sæst eisini, at talið á lønarískoytismóttakarum var minkað við næstan 300 tann 1. juli í mun til dagin fyri.
Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12. mars. Fyrsta dagin vóru 1.164 fólk í skipanini, og hægsta talið var 4. apríl, tá 4.320 fólk vóru í skipanini.
Talið á teimum, sum fáa vanligan abeiðsloysisstuðul frá ALS er í løtuni 439. Av teimum eru 239 kvinnur og 200 menn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald