2018-10-04 17:48
Komandi sunnukvøld, 7 okt., verður Á Sanganna Veingjum aftur í Kelduni, Skálafirði.
Á Sanganna Veingjum er eitt sangtiltak, har dentur verður lagdur á góðan felagssang. Eisini er framførðsla á skránnið.
Hesaferð er tað eingin minni en Magni Christiansen, við einum sera góðum bólki, sum kemur at framføra nakrar sangir. Magni og hansara bólkur verður eisini við til at lyfta felagssangin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald