
Aksel V. Johannesenm, løgmaður, hevur júst verið á norðurlendskum sjórnarleiðarafundi í Vestmannaoyggjum.
Her fekk løgmaður eitt nú møguleika fyri at hitta kanadiska forsætisráðharran, Justin Trudeau, sum var gestur á fundinum.
Summarfundurin í ár var hildin á Eldheimir, ið er eitt savn um eldgosið á Vestmannaoyggjum í 1973. Undir fundinum mánadagin vísti Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað á, at Føroyar arbeiða miðvíst fyri at gerast 100 prosent grønar á landi við varandi orku
Løgmaður segði eisini, at norðurlond eru væl brynjað at loysa tær stóru og umfatandi avbjóðingarnar, ið heimurin stendur yvirfyri, skrivar løgmansskrivstovan.
-
Frá vinstru Petteri Orpo, Finnland, Veronica Törnroos, Áland, Ulf Kristerson, Svøríki, Múte B. Egede, Grønland, Katrín Jakobsdóttir, Ísland, Justin Trudeau, Kanada, Aksel V. Johannesen, Føroyar, Jonas Gahr Støre, Noreg, og Mette Frederiksen, Danmark (Mynd: EPA)
-

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald