Podcasti ‘Tosumeinsang’ er hesuferð við Anker Eli Petersen um sangin ‘Kvøld á Tinganesi’.
Sangurin er um at sita á Tinganesi við einum lítlum posa av øl og lata tankarnar sveima. Tinganes er mitt í universinum sum Anker Eli vaks upp í. “Ein kensla av at sita eitt stað har man kennur seg heima”.
Anker Eli hevur skriva fleiri av tekstunum á útgávuni hjá Terja og Føstufressum frá 1990.
Anker Eli er í dag búsitandi í Danmark, men vitjar javnan í Føroyum. Samrøðan er upptikin á Tinganesi, sama stað sum sangurin er skrivaður um.
Aftaná at samrøðan var gjørd, er ein rætting komin. Í samrøðuni verður Calypso nevnt, men talan er um Bossa-nova.
Podcasti kann hoyrast á Soundcloud, Spotify, iTunes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald