Mentan

Á tónleikaferð – stórfingið mentanartiltak í Fuglafirði

Fuglafjørður er hesa vikuna karmur um mentanardagar og hátíðarhald nú kommunan fyllir 100 ár

2018-08-31 10:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fuglafjørður er hesa vikuna karmur um mentanardagar og hátíðarhald í sambandi við, at kommunan fyllir 100 ár sum sjálvstøðug kommuna. Eitt heilt serligt tiltak verður ein konsert, har hópin av fuglfirðingum - sangkór, barnakór, hornorkestur og einstaklingar - fara á tónleikaferð við orðum og løgum úr heimbygdini.

Frá hósmorgni til sunnukvøld er skráin fyri mentanardagarnar í Fuglafirði á tremur við tiltøkum og spennandi upplivingum av øllum handa slag. Her eru listaframsýningar, konsertir, matstovur og keféir, kabarett, kassabilakappkoyring, sálmasangur, regnskjólagøta, matmarknaður, ”Memory lane” o.s.fr., o.s.fr.

Hvør minnist ikki Silly Boys, Gentukórið ella Bros? Hvør kennir ikki Stanley Samuelsen ella “Grísflísapætur” hjá Alexandur Kristiansen? Og hvør dugir ikki ”Gakk tú tryggur”, sum við lagnum hjá Jógvan á Lakjuni er sungin inn í hvørt barnahjarta í Føroyum?

Fuglafjørður hevur fostrað listafólk á so mongum økjum og er serliga kendur fyri nógvan tónleik og sang. Eitt heilt serligt tiltak á mentanardøgunum er tað, sum í skránni verður nevnt: ”Fuglafjørður - 100 ár á baki í stórum braki”, og verður lýst sum eitt tónleikagildi ella ein tónleikaferð inn í annan heim, har vit fáa søguna við tekstum og tónum borna fram av kórum, einstaklingum og orkestrum, tónasmiðjum, rithøvundum og øðrum listafólki.

Hetta verður ein spennandi og fjølbroytt konsertuppliving, sum er sett saman til høvið. Her verður ikki bara sangur og tónleikur, men í veruleikanum eitt ”show” til allar sansir, kunnu vit siga – m.a. eisini upplestur, videobrot, myndir og málningar.

Alt, sum her verður sungið og spælt, lisið og sýnt fram, er so ella so sprottið úr Fuglafirði, og tað verða eisini fuglfirðingar, sum framføra.

Konsertin ella tónleikaferðin verður øll framførd út í eitt, og tað er Dánjal á Neystabø, sum samskipar hesa stórfingnu verkætlan og fær hana at hanga saman, og saman við øðrum frálíkum tónleikarum myndar hann eitt húsorkestur, sum fer at spæla undir.

Tey, sum á ein ella annan hátt vera við – ella eiga tekstir og løg, sum verða framførd á konsertini, eru hesi:

Fuglafjarðar sangkór við Heðini Kambsdal, Siloakórið við Eyðuni á Lakjuni, Dupulkvartettin Vega, Gentukórið við Frits Johannesen, Fuglafjarðar hornorkestur, Stanley Samuelsen, Helgi Midjord, Alexandur Kristiansen, Bárður á Lakjuni, Jógvan Joensen, Niels Midjord, Lív Næs, Røkkvi, Jan Rúni Poulsen, Maria á Lakjuni, Benjamin Petersen, Jákup á Lakjuni, Óli Johannesen, Poul Jacob Lundsbjerg, Linda Toftegaard, Jóhan Hentze, Victor Danielsen, Ismar Joensen, John Højbye, Jógvan á Lakjuni, Magnus Jacobsen, Hans Jacob Hansen á Brúnni, Evald Johannesen, Torleik Mortensen.

Eisini síggja vit list hjá Frits Johannesen, Øssuri Mohr, Kristinu Joensen, Heðini Kambsdal og Helga Midjord.

Tónleikaferðin ”Fuglafjørður 100 ár á baki við stórum braki” verður framførd tríggjar ferðir í vikuskiftinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder