
Ungdómsútbúgvingarnar i Aalborg hava viðtikið ein nýggjan politikk, hvat rúsandi løgi viðvíkur.
Hann inniber millum annað, at tað í framtíðini ikki verður alkohol til seturskúlar (studieture) ella til tiltøki í sambandi við skúlabyrjan.
Hetta er galdandi fyri skúlar, sum er knýttir Aalborg Kommune, og tað skrivar skrivar TV2 Nord.
Tað er annarð vanligt, at danskir tannáringar hava havt eitt sindur fríari teymar enn tannáringar aðrastaðni til slík tiltøk.
Evropeiskar kanningar vísa eisini, at danir í aldrinum 15-16 drekka títtari enn ung í nøkrum øðrum landi.
Tað er partvíst fyri at gera upp við hesa mentanina, at avgerðin er tikin, siga talsfólk við TV2.
Ungdómar hava sjálvir verið við í avgerðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald