Innanlands

ABC vika við 50 almennum tiltøkum

Skráin fevnir í roynd og veru um tríggjar vikur og byrjar í Klaksvík í dag. Evnið hesaferð er: "Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”.

Skráin byrjar alment í dag, 27. september, við tiltøkum í Klaksvík, har

Skráin byrjar alment í dag, 27. september, við tiltøkum í Klaksvík, har "Virkið Heyst" er á skránni. Klaksvíkar kommuna er ein av ABC samstarvsfeløgunum

2023-09-27 11:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og undanfarin ár verður ABC vikan á skránni í oktober. Men hóast ABC vikan er í viku 40, eru fleiri ABC samstarvsfelagar, sum skipa fyri tiltøkum bæði í viku 39 og í viku 41.

Tí fevnir skráin til ABC vikuna í 2023 í roynd og veru um nærum tríggjar vikur við heili 50 tiltøkum. Fyrstu tiltøkini í skránni eru longu í dag í Klaksvík, har Virkið heyst er.

Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu

Evnið fyri vikuna í ár er “Nærumhvørvið og eg – saman um sálarliga heilsu”. Nærumhvørvið snýr seg í hesum førinum um tey støðini, sum vit flyta okkum millum í gerandisdegnum.

Nærumhvørvið kann hava neiliga ávirkan á sálarligu heilsuna, men tað kann eisini í stóran mun vera sálarliga heilsufremjandi, og vit kunnu í felag ávirka sálarligu heilsuna hvørt hjá øðrum. Nærumhvørvið kann vera heimið, grannalag, arbeiðspláss, frítíðarítriv og ymisk støð í skúlanum, sum t.d. í flokkinum og fríkorterinum.

Summi av tiltøkunum í ABC vikuni í ár kunnu vera við til at styrkja nærumhvørvið hjá borgarum og skapa møguleika fyri at blíva partur av nýggjum felagsskapum, ið kunnu halda fram.

Tiltøkini hava ein breiðan málbólk, so okkurt er fyri bæði stór og smá. Tiltøkini eru samlað í eini ABC skrá, ið gevur eitt yvirlit yvir tiltøk kring landið. Umframt almennu tiltøkini skipa fleiri samstarvsfelagar eisini fyri innanhýsis átøkum. Tað eru kommunur, stovnar og feløg í ABC fyri sálarliga heilsu, sum skipa fyri innihaldinum í ABC skránni.

[object Object]

Trý nýggj filmsbrot - kunnu geva íblástur til nærumhvørvi

Endamálið við ABC vikuni er at skapa tilvit og varpa ljós á sálarliga heilsu við upplýsandi tilfari og tiltøkum, sum samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu skipa fyri. Umframt eina ABC skrá, hevur Fólkaheilsustýrið eisini framleitt trý nýggj filmsbrot, ið taka støði í evninum fyri ABC vikuna í ár, og eru hesi serliga ætlað ungum.

Filmstilfarið hjá ABC fyri sálarliga heilsu hevur ofta havt ein breiðan málbólk, og tørvur hevur verið á at framleiða tilfar málrættað ungum. Kanningar hjá Fólkaheilsustýrinum vísa, at tey ungu eru tey, sum serliga meta seg vera ringast fyri sálarliga, og at tað eru ymisk viðurskifti, ið ávirka sálarligu heilsuna hjá teimum ungu.

Nýggju filmarnir kunnu geva íblástur til at skapa nærumhvørvi, sum fremja sálarliga heilsu. Filmarnir verða almannakunngjørdir í viku 40 - í næstu viku - og verða serliga at síggja á sosialu miðlunum.

Til ber at síggja og taka ABC skránna niður her.

Fólkaheilsustýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder