2020-11-11 19:11

- Vit fóru ikki uppá val at fáa borgarstjóran. Vit fór uppá val uppá at fáa ávirkan, segði Atli Justinussen, toppskorari í Klaksvíkar komunu, um samgongusamráðingarnar sum nú eru lidnar.
Samgonguskjalið varð undirskrivað nakað eftir klokkan 18, og næstu fýra árini verður tað ein samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Klaksvíkar kommuna.
Fólkaflokkurin fekk fimm býráðssessir, men er ikki farin eftir borgarstjórasessinum. Hinvegin er tað Sambandsflokkurin sum við einum umboði í býráðnum, Karl Johansen, hevur fingið borgarstjórasssin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald