Uttanlands

Abiy Ahmed fekk friðarheiðurslønina

Etiopiski forsetin varð kunngjørdur sum vinnari í Oslo fyri løtu síðani. Tað var annars Greta Thunberg, ið var favorittur at vinna Nobel heiðurslønina

Vinnarin av friðurheiðursløn Nobels (Mynd: TV2)

Vinnarin av friðurheiðursløn Nobels (Mynd: TV2)

2019-10-11 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 10 føroyska tíð varð vinnarin av friðarheiðursløn Nobels avdúkaður í norska høvuðsstaðnum. 16-ára gamli Greta Thunberg úr Svøríki var favoritturin hjá veddingarfyritøkum og hjá nógvum, ið hava mett um. Tað er fyri hennara arbeiði at steðga veðurlagsbroytingum, ið byrjaði við verðulagsverkføllum fríggjadagar. Hetta er vorðin ein fastur táttur kring heimin.

Fyri stuttum var Thunberg í USA, har hon millum annað gjørdi vart við seg við røðu á veðurlagsfundi hjá ST, ið varð nógv umtalað. Sera deildar meiningar eru um 16-ára gomlu gentuna og verðurlagsspurningin sum heild, og tað at hon var í uppskoti og so eisini favorittur til Nobel heiðurslønina fall í ikki í góða jørð hjá ógvuliga mongum.

Les eisini: Greta Thunberg favorittur til friðarheiðurslønina

Tað gjørdist ístaðin tann persónurin, ið var næstur á listanum yvir favorittur, ið varð kunngjørdur summ vinnari í morgun. Abiy Ahmed er 43 ára gamal og leiðari í Oromo Democratic Party (ODP) og Ethiopian People’s Revolutionary Democratic Front (EPRDF). Hann og varð í fjør valdur til forsætisráðharra í Etiopia.

Abiy Ahmed hevur síðani framt nógv til frama fyri friði í landinum og í eystara parti av Afrika. Ahmed hevur millum annað gjørt friðaravtalu við grannalandið Eritrea, ið Etiopia leingi hevur verið í stríð við. Í grundgevingini fyri tilnevningini stóð, at orsøkin var hansara politisku nýskipanir og sítt arbeiði at skapa semjur í landinum, ið var herjað av borgarakríggjum fram til 1991. Ahmed hevur eisini leysgivið fleiri 1000 politiskar fangar.

Dómsnevndin var samd, men tað eydnaðist ikki, at fáa fatur á etiopiska forsætisráðharranum áðrenn tað varð avdúkað, at Ahmed fór at fáa heiðurslønina. Amnesty International heldur, at talan er um góða avgerð. Heiðurslønin varð handað á hátíðarløtu í Oslo 10. desember.

Kelda: TV2 











placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder