Uttanlands

Greta Thunberg favorittur til friðarheiðurslønina

Norska nobelnevndin kunngerð ársins móttakara fríggjadagin

(Savnamynd: EPA)

(Savnamynd: EPA)

2019-10-08 10:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska umhvørvisstríðsgentan Greta Thunberg er millum favorittarnar at fáa Friðarheiðursløn Nobels. Fríggjadagin fer norska nobelnevndin at almannakunngera hvør fær hesa nógv virdu heiðurslønina fyri 2019.

Sambært veddingarfyritøkunum er ikki nógvur ivi um, at heiðurin fellur til 16 ára gomlu svensku gentuna.

Ladbrokes gevur 150 krónur aftur um tú veddar 100 krónur upp á at hon fær heiðurslønina. Betfair gevur 157 krónur aftur og Unibet 133, skrivar tv2.dk.

Nærmasti kappingarneyti, sambært veddingarfyritøkunum, er 43 ára gamli forsætisráðharrin í afrikanska landinum Etiopia, Abiy Ahmed.

Hann er tilnevndur heiðurslønina fyri sínar politisku nýskipanir og sítt arbeiði at skapa semjur í landinum, ið var herjað av borgarakríggjum fram til 1991.

Setir tú 100 krónur á Abiy Ahmed hjá Ladbrokes, fært tú 500 krónur aftur um tað verður hann.

Á triðja plássi kemur brasilski umhvørvisstríðsmaðurin Raoni Matuktire, sum arbeiðir fyri verja Amazonas-regnskógin.

Longri niðri á listanum liggur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum er tilnevndur saman við norðurkoreanska einaræðisharranum, Kim Jong-un. Teir geva pengarnar 26 ferðir aftur. Niðjast liggur bretski forsætisráðharrin, Boris Johson. Fær hann friðarheiðurslønina, gevur tað pengarnar 101 ferðir aftur.

Greta Thunberg varð innstillað til Friðarheiðursløn Nobels í mars í ár fyri at hava sett í gongd eina hóprørslu til frama fyri at støðga veðurlagsbroytingunum. Tað vóru tríggir norskir stórtingslimir, sum mæltu til at velja hana.

- Vit mæla til at velja Gretu Thunberg, tí um vit ikki gera nakað fyri at støðga veðurlagsbroytingunum, so kann tað gerast orsøk til kríggj, kreppur og flóttafólkastreymar, segði Freddy André Øvstegård úr Sosialistisk Venstreparti tá tey handaðu tilmælið.

Fríggjadagin klokkan 10 kunngerð norska nobelnevndin hvør fær friðarheiðurslønina í ár.

Seinastu árini hava hesi fingið Friðarheiðursløn Nobels: 2014: Kailash Satyarthi, India, og Malala Yousafzai, Pakistan. 2015: Tunisian National Dialogue Quartet, Tunesia. 2016: Juan Manuel Santos, Kolumbia. 2017: International Campaign to Abolish Nuclear Weapons, ICAN, Sveits. 2018: Denis Mukwege, DR Congo, og Nadia Murad, Irak.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder