Innanlands

Aðalroynd seinnapartin - stóra løtan verður í kvøld

Klokkan tvey skulu Sissal og hini royna seg uttan áskoðarar men við dómsnevnd í Boxen. Klokkan 19 føroyska tíð byrjar sjálvt Melodi Grand Prix, ið sæst á DR. Portalurin hevur beinleiðis blogg

Føroyska umboðið er stóri favoritturin at sleppa til Eurovison. Sjálv er Sissal Jóhanna rímiliga rólig, men merkir hon eisini, at tað er nú, at hon skal avrika (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska umboðið er stóri favoritturin at sleppa til Eurovison. Sjálv er Sissal Jóhanna rímiliga rólig, men merkir hon eisini, at tað er nú, at hon skal avrika (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-01 09:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Herning, Danmark (Portalurin) - Eftir drúgva tíð við fyrireiking av øllum møguligum ymiskum slagi er dagurin endiliga upprunnin: Tá Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen og sjey onnur skulu framføra tað, sum tey øll vóna er vinnaralagið og nóg mikið til at senda tey til Sveis í mai.

Hoyr samrøðu við Sissal frá seinastu viku: Hetta kann vera ein vinnarasangur


Sangurin hjá Sissal, sum nógv fólk hava samstarvað um, og sum hon og nógv onnur avgjørt halda kann vera ein vinnarasangur í Herning í kvøld

Sí eisini: Eyðfinn Jensen:- Sissal hevur stjørnudygdir

Veddingarfyritøkur og ymiskir viðmerkjarar eru samd um, at tað er 30-ára gamla havnarkvinnan, sum er favorittur í Herning. Alt kann tó henda, nógvir heilt góðir sangir eru við, og tað snýr seg um at avrika á degnum, ið Sissal eisini sjálv vísir á.

Tað skal man helst longu seinnapartin, hóast stóra show'ið ikki er fyrr enn í kvøld klokkan 19. Aðalroyndin í Jyske Bank Boxen byrjar klokkan 14. Tá verða ikki so nógv fólk í stóru høllini, men dómsnevndin verður har. Teirra atkvøður telja fyri helmingin av tí samlaða, og dómararnir lurta og hyggja eisini til síðstu royndina. 

Til ber atkvøða í appini DR Grand Prix (Føroyska umboðið er: 7. Sissal - 'Hallucination' - Send HAL til 1212) Til stóra showið leygardagin ber eisini til at atkvøða við sms til 1212. Við sms krevst, at tú hevur pengar á tínum nummari. Hetta kann gerast umvegis sjálvavgreiðslurnar hjá Føroya Tele og Nema. 

Stutt fyri aðalroyndina eru tey luttakandi tøk til heilt stuttar samrøður í miðlaøkinum í Boxen. Her verður Portalurin til staðar. Seinni í dag lata vit okkara beinleiðis blogg upp, har til ber at fylgja gongdini og síggja myndir og úr Danmark.

[object Object]
Jyske Bank Boxen í Herning verður nýtt til alt møguligt og verður karmur um kappingina í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Sí okkara samrøðu við Sissal Jóhannu frá í gjár her:

--

Danska Melodi Grand Prix byrjar klokkan 19 føroyska tíð. Tað sæst ikki í Kringvarpinum men á DR í sjónvarpinum ella á DRTV á heimasíðuni.

Sissal Jóhanna skal á pallin sum nummar sjey av teimum átta í røðini. Eftir øll hava sungið verður atkvøtt liðugt. Síðani koma trý víðari til donsku finaluna, har øll so syngja aftur.

Tann 30-ára gamla læraralesandi Oyrasundsbúgvin gongur í fótasporinum á mongum føroyingum, sum hava luttikið til Melodi Grand Prix áður. Tað byrjaði við Anniku Hoydal, Harkaliðnum og Alduni í 1979, og nú er tað triðja árið á rað, at ein føroyingur er valdur at vera millum tey, sum skulu kappast um Eurovision-pláss. Rani Petersen (Reiley) vann sær hendan rættin í 2023.

Sí eisini: Sissal er 12. føroyska umboðið í Melodi Grand Prix

Tað vera millum 25 og 35 føroyingar og stuðla Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen á staðnum í kvøld. Her ímillum er tættasta familja og vinkonur.

Les eisini: Genturnar gleða seg ótrúliga nógv at síggja mammuna á stóra pallinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder