Uttanlands

Aðalskrivarin í NATO kallar inn til skundfund

Tað er støðan í Miðeystri, ið er á skránni eftir drápið av Qassem Soleimani

NATO aðalskrivarin Jens Stoltenberg (savnsmynd)

NATO aðalskrivarin Jens Stoltenberg (savnsmynd)

2020-01-05 20:56 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

NATO aðalskrivarin Jens Stoltenberg hevur kallað limalondini inn til skundfund mánadagin.

Fundurin verður um støðuna í Miðeystri, eftir drápið av iranska herovastanum Qassem Soleimani.

Parlamenti í Irak atkvøddi í dag fyri, at tveita útlendskar hermenn út úr landinum.

Fundurin verður í morgin mánadagin klokkan 14 í Norðuratlantiska ráðnum (North Atlantic Council), ið er tað ráði, ið tekur tær mest umráðandi avgerðirnar.

Les meira:

- Okkara aftursvar verður knúsandi og kraftmikið

Irakiska parlamenti atkvøður fyri at tveita amerikanskar hermenn út úr landinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder