Mentan

Adrenaline á jóansøku

Rokkbólkurin úr Klaksvík verður at hoyra á Tvøroyri 21. juni

(Mynd: Niels Jóhan Sigurðsson)

(Mynd: Niels Jóhan Sigurðsson)

2025-06-10 15:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á jóansøku á Tvøroyri, leygarkvøldið 21. juni, verður rokkbólkurin úr Klaksvík, Adrenaline at hoyra.

Í bólkinum eru limirnir Jónas Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (sang og gittar), Jón Ari Hansen (bass), og Høgni Sørensen (trummur).

Bólkurin er kendur fyri løg sum "DNA", "Bjarta", "Dansa", og "Spillikassin".

– Teir hava framført kring alt landið og fangað áskoðararnar við sínum framfýsnu og undirhaldandi framførslum. Adrenaline megnar altíð at seta eitt brak av einum showið upp – sangirnir sita fast, og orkestrið strálar av spæligleði. Leygarkvøldið 21. juni, á jóansøku á Tvøroyri, sleppa vit at uppliva teir live og tað verður legendariskt, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder