
Við sínum fangandi popp/rock ljóði heldur Klaksvíksbólkurin Adrenaline fram við at seta sín dám á føroyska tónleikapallin, og bólkurin hevur júst útgivið nýggja staklagið “Tóm Visjón”.
Lagið er at hoyra á Spotify og øðrum stroymingartænastum.
Adrenaline hevur longu spælt á stórum festivalum sum Tórsfest og Summarfestivalinum – og 30. august standa teir klárir á pallinum á Norðfestivalinum á Viðareiði og lova eina orkumikla og eksplosiva konsert, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.
Í bólkinum eru limirnir Jónas Jacobsen (sang og gittar), Tórður Sóleyarson (sang og gittar), Jón Ari Hansen (bass), og Høgni Sørensen (trummur).
Bólkurin er frammanundan kendur fyri løg sum "DNA", "Bjarta", "Dansa", og "Spillikassin".
Ein brellbiti av nýggja lagnum, "Tóm Visjón" kann hoyrast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald