Sambært Christiani Andreasen er so at siga alt farið skeivt fram tá Ivan Niclasen fyrr í vikuni varð uppsagdur sum stjóri í Kringvarpi Føroya.
- Ein almennur stovnur kann ikki siga fólki úr starvi munnliga gjøgnum útvarpi. Tað krevst ein málsviðgerð til, og her er eingin málsviðgerð farin fram her, sum fylgir galdandi reglum tá ein almennur stjóri skal sigast úr starvi, sigur Christian Andreasen, advokatur, við útvarpið.
Hann krevur at uppsagnin av Ivani Niclasen skal ógildast.
Um Ivan Nicasen skal sigast úr starvi skal tað gerast ordiligt. Tað skal fara fram eftir galdandi reglum, heldur hann.
Katrin Petersen er sett sum fyribils stjóri fyri Kringvarp Føroya, men sambært Christiani Andreasen, er uppsøgnin ógildig og Ivan Niclasen er formelt framvegis stjóri.
- Um tú spyrt meg formelt, so er Ivan Niclasen stjóri í Kringvarpinum í dag, tí tað er ikki ein gildug uppsøgn givin av honum, sigur Christian Andreasen.
Formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rógvi Olavsson, helt seg hava eina greiða avtalu við Ivan Niclasen um fráfaringaravtalu. Hann ásannar, at hann møguliga noyðist undir nýggja uppsagnartilgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald