Innanlands

Ælabogavegurin fær ikki frið

Longu sama kvøld, sum Faroe Pride hevði verið, byrjaði herverkið á ælabogavegin, og síðani tá hevur tað bara lagst afturat við ókvæmisorðum

2025-08-15 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru eftir øllum at døma nøkur, sum ikki vilja hava ein ælabogaveg í Gundadali. Í øllum førum eru tað nøkur sum fer eftir fer gera herverk á máláða ælabogavegin, sum varð gjørdur í Pride-vikuni fyri ólavsøku.

- Hesi orðini og herverkið eru eitt greitt tekin um, at vit enn hava langt eftir á mál, áðrenn LGBT+-persónar eru javnstillaðir við aðrar føroyingar. Tað prógvar eisini, hví Faroe Pride enn er líka umráðandi, og hví ælabogavegurin er so týdningarmikil, skrivar LGBT+ Føroyar í tíðindaskrivi í dag.

Felagsskapurin fegnast um, at Tórshavnar kommuna hevur valt at mála útyvir herverkið.

Les eisini: Ælaboðin verður málaður av nýggjum

- Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at herverkið ikki sleppur at oyðileggja ælabogavegin og tað, sum hann stendur fyri. Hetta merkir so eisini, at ælabogavegurin fer at vera har nakað longri enn upprunaliga ætlað.

Longu áðrenn Pride-skrúðgonguina vóru nøkur sum gjørdu vart við sína ónøgd um ælabogavegin við lesarabrøvum. Longu sama kvøld, sum skrúðgongan hevði verið, varð herverk gjørt á vegin, og síðan tá hevur tað lagst afturvið við ókvæmisorðum.

- Hetta er beinleiðis álop á ein minnilutabólk, sum longu er meira útsettur fyri happing, ágangi og sálarligum trýsti enn aðrir. Kanning, sum LGBT+ Føroyar gjørdi í 2022, vísir, at fleiri LGBT+-persónar verða útsett fyri happing, ágangi og øðrum, og av tí sama stríðast fleiri sálarliga. Herverkið á ælabogavegin er bara steinur omaná byru hjá LGBT+'arum, sum longu liva í einum samfelagið, sum hevur trupult við at góðtaka tey. Hetta eigur ikki at koma fyri í 2025, og tað eigur slett ikki at góðtakast, heldur LGBT+ Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder