
Fyri sítt stóra arbeiði í yvir 20 ár við orkestrinum Ælaboganum varð Annika Højgaard í gjárkvøldið heiðrað av Lions Club Tórshavn sum ársins borgari. Hesum boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi.
– Tá ið orkestrið Ælabogin byrjaði í Skansastovu í Havn 28. september í 1990, var talan um ein hóp av fólkum við serligum avbjóðingum, sum fegin vildu spæla tónleik. Tey spæla enn, og øll hesi árini hava tey javnan havt konsertir, bæði í Havn og úti um landið, og tey hava somuleiðis verið við til tiltøk uttanlands, bæði í Norra og Spania.
– Fyrsti leiðarin í Ælaboganum var Annika Højgaard, og hon hongur við enn. Øll hesi árini hevur hon ótroyttiliga gingið á odda fyri orkestrinum, har hon ongantíð hevur slept endanum, hóast eisini onnur í styttri og longri tíðarskeið hava verið partur av leiðaratoyminum.
– Tí hevur hon eisini fingið heiðurin sum Ársins borgari 2020, sigur Lions Club Tórshavn.
Talan er um ein heiður, sum Lions Club Tórshavn hevur handað á hvørjum ári síðan 2003. Við heiðrinum fylgir eitt heiðursskjal og 5.000 krónur.
– Annika Højgaard hevur ótroyttilig gingið á odda. Hon hevur dugað væl at fingið bólkin at harmonera, hon hevur eitt serligt samband við allar limirnar, og rúm er fyri øllum í Ælaboganum. Hon dugir somuleiðis at fáa tað besta fram í øllum, stendur millum annað í grundgevingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald