2023-10-27 08:53
Gjáramorgunin fekk løgreglan fráboðan um ákoyrdan seyð í Trongisvági. Tað vóru ein ær og eitt lamb, sum vóru yvirkoyrd - tvær ferðir.
Fyrst rendi ein bilur á ærina og lambið, og síðani kom ein mótkoyrandi bilur, og hann rendi eisini á tey bæði.
Fólkaskaði var eingin, og bilarnir fingu ikki stórvegis skaða, men ærin og lambið høvdu ongan kjans av teimum báðum stoytunum.
Fyrrapartin í gjár vóru nakrar bøtur og klipp eisini givin í Havn. Í tveimum førum brúktu bilførarar telefon undir akstri. Hetta gevur bót og klipp.
Eina løtu seinni var ein bilførari, sum koyrdi 69 km/t í bygdum øki. Tað gevur bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald