Innanlands

Ætla at avmarka kravið um navnloysi

Sambært uppskoti hjá Løgmálaráðnum, sum herfyri varð sent til hoyringar, skal kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið almannakunnger sínar avgerðir, frameftir bara fevna um einstaklingar

(Mynd: Dátueftirlitið)

(Mynd: Dátueftirlitið)

2024-01-17 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgmálaráðið hevur sent uppskot um broyting í dátuverndarlógini til hoyringar

Endamálið er at avmarka kravið um navnloysi tá Dátueftirlitið almannakunnger sínar avgerðir, so tað frameftir bara fevnir um einstaklingar og ikki um feløg, fyritøkur, almennar myndugleikar, kommunur o.a.

Á sumri 2023 gjørdi Dátueftirlitið Løgmálaráðnum og landsstýrismanninum greitt, at kravið um navnloysi og ókenniligheit hevur við sær, at Dátueftirlitið illa fær útint uppgávuna við at almannakunngera avgerðir, og at nyttuvirðið í at almannakunngera undir øllum umstøðum er avmarkað. Orsøkin er, at Dátueftirlitið má strika upplýsingar úr avgerðini, sum hava havt týdning fyri niðurstøðuna í málinum. Hetta ger tað trupult hjá lesaranum at skilja, júst hvat tað er, ið er farið fram í einum máli, stendur í viðmerkingum til uppskotið.

Í einstøkum førum er tað eisini komið fyri, at tað ikki hevur borið til hjá Dátueftirlitinum at almannakunngera eina týðandi avgerð, tí tað ikki hevur verið møguligt at greiða frá málinum á nøktandi hátt.

Yvirhøvur er tað trupult hjá Dátueftirlitinum at greiða frá einum máli, har t.d. ein stór føroysk fyritøka partur, uttan at tað samstundis er rættiliga greitt, hvørja fyritøku ella stovn málið snýr seg um. Hendan støðan er ikki nøktandi, tí hon forðar Dátueftirlitinum í at kunna útinna eina av sínum kjarnuuppgávum, sum verður mett at hava stóran týdning fyri menningina av dátuverndarøkinum í Føroyum, stendur í viðmerkingunum.

Uppskotið varð sent til hoyringar mánadagin 15. januar. Hoyringsfreistin er 5. februar klokkan 12, skrivar Dátueftirlitið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder