Tað verður neyvan í dag, at íbúgvar í Vága kommunu sleppa av við sítt burturkast, sum ikki er heintað, meðan verkfall hevur verið.
Vága kommuna hevur annars lýst við, at borgarar kundu koma við burturkastinum á umhvørvisplássinum frá klokkan 16 í dag.
Men Føroya Arbeiðarafelag hevur síðan boða kommununi frá, at tey góðtaka ikki, at umhvørvisplássið verður opið, og hava hótt við, at tað koma verkfallsvaktir at blokkera fyri, at borgarar hjá kommununi sleppa av við gráa posan við húsarhaldsruski.
- Vit hava spurt hvussu tað kann vera at aðrar kommunu sleppa at hava umhvørvisplássini opin, har teirra borgarar sjálvir sleppa av við gráa posan, men hava ikki fingið nakað svar uppá tann spurningin, um hví munur verður gjørdur á ymisku kommununum og borgarum teirra, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni í dag.
- Tað sum er ørkymlandi er, at eitt væl skipa økið fagfelagsliga, verður harðari rakt enn eitt økið ið er óskipað. Tað kennist hart og órættvíst.
- Heitt verður á borgarar, at áðrenn bilar verða pakkaðir við húsarhaldsburturkasti, at kanna inni á umhvørvisplássium um verkfallsvaktir eru har, og í so fall at virða verkfallsrættin og ikki koma við húsarhaldsburturkasti, stendur at lesa á vaga.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald