Innanlands

Ætla at hækka endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku við upp til 3.000 krónum

Uppskot er sent til hoyringar, og tað skal bøta um fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum missa arbeiðsinntøku í sambandi við sosialar hendingar.

Endamálið við uppskotinum er, umframt eina størri møguliga upphædd, at geva familjunum størri frælsi at skipa seg í slíkum støðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Endamálið við uppskotinum er, umframt eina størri møguliga upphædd, at geva familjunum størri frælsi at skipa seg í slíkum støðum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-27 07:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá 1. januar 2026 er ætlanin, at hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku hækkar.

Hetta staðfestir Almanna- og Mentamálaráðið á heimasíðu sínari.

Tað skal eisini vera ein munagóð broyting: Úr 27.779 krónum til 31.000 krónur um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, hevur sent uppskot til hoyringar, sum skal bøta um fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum missa arbeiðsinntøku í sambandi við sosialar hendingar. Endamálið við uppskotinum er, umframt eina størri møguliga upphædd, at geva familjunum størri frælsi at skipa seg. 

- Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður veitt í sambandi við ansing av barni við varandi sjúku ella breki, tá persónur við seinaheilaskaða verður ansaður í heiminum, ansing av doyggjandi undir fólkapensjónsaldri og tá barn yngri enn 18 ár doyr ella er deyðføtt.

Verandi skipan hevur við sær, at nógvar familjur eru fyri inntøkumissi, hóast tey fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Landsstýrismaðurin sigur á ammr.fo, at avmarkingin hevur við sær, at tað í ov stóran mun eru fíggjarlig atlit, sum avgera, hvussu familjur leggja ansingina til rættis.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið er sett til mánadagin 15. september á middegi.

Les uppskot til hoyringar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder