2023-08-30 14:00
Um middagsleitið var grindaboð út fyri Gøtuvík.
Talan vísti seg ikki at vera um grindahvalir men um eitt annað slag av hval, og ætlanin er at merkja teir, sigur Jens Jensen, sýslumaður við Portalin.
Hann veit ikki at siga, júst hvat slag av hvali talan er um, men talan er um ein lítlan bólk á uml. 15 hvalir.
Fólk frá Havstovuni er á veg á staðið, og fleiri bátar eru eisini á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald