
Fólkatalið í Vágs Kommunu er økt munandi – serliga eru tað barnafamiljur, sum eru fluttar til Vágs – og fyri at nøkta økta tørvin á ansingarøkinum, hevur Vágs Kommuna sett pening av á fíggjarætlanini til at útbyggja barnagarðin Eikilund.
Seinastu árini hevur verið støðugur fólkavøkstur í kommununi, og framrokningar, í sambandi við fíggjarætlanararbeiðið, vísa, at vøksturin fer at halda fram komandi árini, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Í fíggjarætlanini fyri 2022 hevur kommunan sett 400.000 krónur av til fyrireikingararbeiðið at útbyggja barnagarðin.
Komandi trý árini verða stórar íløgur gjørdar á ansingarøkinum hjá kommununi, og umframt at ansingarøkið verður raðfest, er eisini avgjørt, at baranfrádrátturin hækkar við 500 krónum fyri hvørt barn komandi ár. Sostatt verður frádrátturin 6.000 krónur fyri hvørt barn, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald