Bjørt Samuelsen, tingkvinna, setti fyri tveimum vikum síðani ein grein 52 fyrispurning til løgmann, sum millum annað snúði seg um hjálp til ferðavinnuna og aðrar sperdar vinnur.
Bárður á Steig Nielsen svaraði í gjár. Har gjørdi hann greitt, at landstýrið arbeiðir við ítøkiligum uppskotum um at veita ferðavinnuna hjálp, og at uppskotið verður klárt í hesari vikuni og lagt fyri Løgtingið í komandi viku.
Løgmaður skrivar, at mett verður, at hesi uppskot fara at hava við sær, at ferðavinnufyritøkurnar kunnu klára seg ígjøgnum koronakreppuna og vera klárar, tá ið gongd kemur á ferðavinnuna.
Hetta verður triði hjálparpakkin, sum kemur fyri tingið í koronatíðini.
- Fáa ikki forða fyri uppsagnum í vinnuni
Í svarinum, ið sæst her, ásannar Bárður á Steig Nielsen, at støðan í ferðavinnuni er serliga trupul, tí samfelagið enn er afturlatið mótvegis ferðafólki úr útlandinum.
- Hóast stuðu verður latin til hesa vinnu, er neyðugt hjá ferðavinnufyritøkum at tillaga vikrsemið til nýggja veruleikan. Í eini slíkari kreppustøðu slepst tíverri ikki undan, at tað eisini verða uppsagnir. Hesum fær landstýrið ikki forða fyri
Løgmaður ger tó greitt, at endamálið við hjálparpakkanum til ferðavinnuna er, at ferðavinnufuritøkur yvirliga, og eru til reiðar at seta fólk aftur í starv, tá landið verður talið uppaftur.
Hetta svaraði løgmaður uppá spurningum um, hvussu landstýrið ætlar at tryggja, at fleiri hópuppsagnir ikki verða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald