Uttanlands

Ætlanir um friðarveitandi herdeild í Ukraina

Ukrainski forsetin og ameikanski sendimaðurin eru tó ikki við sum avsendarar av yvirlýsingini, ið varð send út frá toppfundinum í Berlin í gjárkvøldið

Evropeiskir leiðarar og umboð fyri Nato, ES og USA á toppfundi í Berlin (Mynd: EPA)

Evropeiskir leiðarar og umboð fyri Nato, ES og USA á toppfundi í Berlin (Mynd: EPA)

2025-12-16 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Evropeiskir leiðarar skjóta nú upp, at ein fleirtjóða herdeild undir evropeiskari leiðslu, men við amerikanskum stuðuli, verður sett á stovn til tess at tryggja friðin í Ukraina.

Hetta kemur fram í eini felags yvirlýsingin, sum millum annað er undirskrivað av Týsklandi, Bretlandi, Fraklandi, ES-leiðsluni og Danmark, ið varð send út eftir fund millum evropeiskar leiðarar í Berlin í gjárkvøldið, skrivar Danmarks Radio.

Í fráboðanini verða nevnd nøkur punkt, har víst verður á tær skyldur, sum Evropa og USA hava mótvegis Ukraina um ein friðaravtala kemur í lag.

Eitt av hesum punktum er ein fleirtjóða herdeild undir evropeiskari leiðslu í Ukraina. Her stendur eisini, at Evropa skal hjálpa Ukraina við at byggja upp ein her upp á 800.000 mans, og tað skulu gerast íløgur í Ukraina umvegis hjálp til endurbygging av landinum og handilsavtalur.

Í fráboðanini verður tó einki nevnt um umstrýddu økini har eysturi í Ukraina, sum eru stóra avbjóðingin í samráðingunum við Russland, sambært ukrainska forsetanum, Zelenskyj.

Zelenskyj er sjálvur ikki millum avsendararnar av yvirlýsingini, og tað er serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, heldur ikki. Hetta hóast yvirlýsingin nevnir bæði USA og Ukraina fleiri ferðir, og at ætlanin verður trupul at gjøgnumføra uttan at hesi lond eru við í ætlanini.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er vónríkur.

- Eg havi havt fleiri samrøður við Putin, forseta, og eg haldi, at vit eru nærri nú, enn nakrantíð fyrr, segði Putin á einum tíðindafundi í gjárkvøldið.

Trump sigur eisini, at hann hevur tosað við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fleiri evropeiskar leiðarar, teirra millum danska statsministaran, Mette Frederiksen, skrivar Danmarks Radio.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder