Innanlands

Ætlar at stovna áhugafelag fyri koyristólsbrúkarar

Føroyar skal gerast heimsins koyristólsvinarligasta land, sigur Kaj Leo Holm Johannesen

Kaj Leo Holm Johannesen hevur autoimmunu sjúkuna CIDP og hevur seinastu tíðina sitið í koyristóli (Savnsmynd: KVF)

Kaj Leo Holm Johannesen hevur autoimmunu sjúkuna CIDP og hevur seinastu tíðina sitið í koyristóli (Savnsmynd: KVF)

2025-07-17 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir ólavsøku verður eitt áhugafelag stovnað fyri koyristólsbrúkarar í Føroyum.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Hann hevur autoimmunu sjúkuna CIDP og er sjálvur bundin at koyristóli.

Kaj Leo Holm Johannesen skrivar í dagføring á Facebook í dag, at hann vil arbeiða fram ímóti at Føroyar gerst heimsins koyristólsvinarligasta land.

– Øll, og eg meini øll, sum sita í koyristóli altíð ella styttri tíðarskeið, skulu fáa tað lættari.

Herfyri boðaði løgtingsmaðurin frá, at hann ætlaði at savna allar koyristólsbrúkarar í Føroyum til eitt koyristólstreff, har teir kunnu møtast og læra av hvørjum øðrum.

– Tá tú ert komin í koyristól, so kann tú líka so væl gera tað soleiðis, at tú ikki bert verður góður men sera góður at brúka ein koyristól. Eg ætli mær at samla allar koyristólsbrúkarar í Føroyum til eitt koyristólstreff, hvar vit øll møtast og læra av hvørjum øðrum, at gerast betur, bæði mentalt og kropsliga, skrivaði hann m.a.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder