Innanlands

Ættarbandsskráin væl móttikin - ætlanin er at koma við fleiri tænastum

Ein av stovnunum, har tey fegnast um at hava fingið nýggju skipanina við Talgildum Samleika, er Ílegusavnið í Havn

Guðrið Andorsdóttir, stjóri fyri Ílegusavnið (Mynd: Sverri Egholm)

Guðrið Andorsdóttir, stjóri fyri Ílegusavnið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-15 16:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit byrja í stigum og eru farin á Vangan við Ættarbandsskránni, men ætlanin er, at borgarin eisini skal síggja egnar upplýsingar úr hinum skráunum, sum vit varða av. Næsta stig er at fáa eina tilmeldingarskipan til FarGen-verkætlanina tøka á Vanganum, soleiðis at tilmelding og samtykki kann gerast talgilt.

- Triðja stig er at fáa dátur, sum eru knýttar at ymsu ílegugranskingarverkætlanunum tøkar. Hetta soleiðis, at borgarin fær eitt yvirlit yvir, hvørjum verkætlanum tey møguliga luttaka í. Um tey ikki luttaka í nøkrum, er sjálvandi einki skrásett í tí sambandi, sigur stjórin í Ílegusavninum, sigur Guðrið Andorsdóttir, stjóri fyri Ílegusavnið.

Hon vísir á, at Ættarbandsskráin er tøppað inn manuelt, og stórur partur av henni er ikki rættlisin. Skráin á Vanganum er tó ment á tann hátt, at borgarin kann gera rættingar, sum sjálvandi skulu skjalprógvast, og síðani kannar Tjóðskjalasavnið, um rættingin kann fremjast. Hetta fer sambært Ílegusavninum at hækka um virðið av skránni.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder