Mentan

Afrikanskar rútmur fingu hita í Vágsbø

Ensktprátandi norðmenn við navninum Nico & Vinz fingu lív í kalda Vágsbø í kvøld

Nico & Vinz (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nico & Vinz (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-08-11 01:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra navnið í kvøld var uttan iva Nico & Vinz. Teir byrjaðu ikki fyrr enn á midnátt, so nógv høvdu longu leitað sær heim í kuldanum. Allíkavæl framførdu teir fyri einum hálvfullum Vágsbøi.

Nico Sereba og Vincent Dery komu til Føroya í gjár, og eru eftir øllum at døma bergtiknir.

- Hesar tímarnir vit hava verið her, hava vit sæð ting, vit ongantíð hava sæð áður. Vit vilja geva aftur til tykkum, so í kvøld fara vit at dansa og syngja og hava tað gott, byrjaðu teir báðir norðmenninir við at siga á enskum.

[object Object]

Teir hava sín uppruna úr Fílabeinsstrondini og Ghana, og afrikonsku rútmurnar hoyrdust aftur í fleiri av løgunum og settu eisini lív í fjøldina, sum í stóran mun vóru ung fólk. Fleiri av løgunum eru heimshitt og tað hoyrdist á Vágsbøi, tí væl varð sungið við.

Kuldin tóktiskt so ikki at órógva energisku norðmenninar, sum hóttu við at koma aftur.

- Vit koma heilt sikkurt aftur. Takk fyri, søgdu teir báðir meðan síðstu tónarnir av heimskenda lagnum “Am I Wrong” ljóðaðu.

90’ara bólkurin Moirae sløkkir á Vágsbøi í kvøld og fara á pallin kvart yvir tvey.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder